Lokalir fjølmiðlar vita at siga, at víðgongdir sýriskir islamistar skulu hava lagt til rættis eina atsókn í Turkalandi, men at politiið fekk fyribyrgt hesum við fleiri handtøkum.
Turkiska politiið gjørdi húsarannsóknir og fann tvey kilo av lívshættisliga evninum, sarin, umframt eina rúgvu av tungum vápnum. Tilsamans 12 fólk blivu handtikin.
Bólkurin verður hildin at hava tætt tilknýtti til yvirgangsfelagsskapin, al-Qaida, og alsamt fleiri turkar stúra nú fyri, at borgarakríggið í Sýrialandi eisini skal breiða seg til Turkalands.
Ringasta dømi um, at turkiski óttin ikki er heilt ógrundaður, vóru tær báðar bilbumburnar, ið brustu í marknabýnum, Reyhanli, tann 11. mai, og ikki færri enn 52 fólk doyðu.