Islamistar hótta OL við bumbum

Ein felagsskapur, ið nevnir seg Islamski flokkurin í Turkestan, hóttir við at leggja bumbur í bussar undir teimum olympisku summarleikunumí Kina

TIP, sum felagsskapurin eisini nevnir seg, vil vera við, at tað er hann, sum hevur skipað fyri fleiri bumbuatsóknum í Kina í seinastuni. Eitt nú hevur TIP átikið sær ábyrgdina av bumbuspreingingum í býunum Shanghai og Kunming, men teir kinesisku myndugleikarnir avsanna, at TIP hevði nakað við tær spreingingarnar at gera.

Umframt sjálva bumbuhóttanina hevur TIP sambært amerikonskum keldum mælt øllum muslimum frá at ferðast í bussi, toki ella flogfari saman við kinesarum ella at vera í sama húsi sum kinesarar.

Á einari sjónbandsupptøku, sum altjóða tíðindastovurnar hava fingið atgongd til, vil TIP vera við, at kinesisku myndugleikarnir fara illa við muslimum í Eystur-Turkestan, sum er tað muslimska navnið á kinesiska landspartinum Xinjang, har meirilutin av fólkinum eru muslimar.

TIP hevur fyrr lýst heilagt kríggj ímóti teimum kinesisku myndugleikunum, og sambært Reuters brúkar felagsskapurin búmerkið hjá teimum olympisku leikunum í Beijing á sjónbandinum.

Maðurin, sum lesur boðskapin, hevur eina maskinbyrsu av slagnum AK-47, og andlitið er fjalt. Aftan fyri mannin standa orðini "Tað er eingin annar Guð enn Allah, og Muhammed er boðberi hansara".

Vesturlendsk tíðindafólk, sum eru komin til Beijing í sambandi við olympisku leikirnar, siga, at trygdartiltøkini eru sera strong bæði á tí olympiska økinum og í sjálvum býnum.