Islamistarnir. Í altjóða fjølmiðlum hoyra vit um teir hvønn dag. Vit hoyra, at politiskt islam er nýggi hugsjónarligi høvuðsfíggindi vesturheimsins og hóttir okkara siðmenning. Vit hoyra, at stóri samanstoyturin millum vesturheimin og muslimska heimin gerst alt meiri sjónligur, ikki minst í kjalarvørrinum av, at tólv tekningar í Jyllandspostinum í heyst elvdu til østar mannamúgvur, mótmælisgongur, harðskap og brennandi danskar sendistovur í arabiska heiminum. Men hvørjir eru islamistarnir í veruleikanum? Og hvør er teirra hugsjón?
Fyrrverandi Deadline-verturin á DR og núverandi korrespondenturin hjá Weekendavisen, Martin Krasnik, fór í 2004 til arabiska heimin fyri at hitta og hava samrøður við politiskar og átrúnaðarligar leiðarar. Undir rannsóknarferð hansara gjøgnum London, Iran, Libanon, Pakistan og Saudi-Arabia samrøddi Krasnik við hesar leiðarar um politikk, átrúnað, kærleika, lív og deyða. Og ikki minst fyri at spyrja: kunnu vit liva saman í friði?
Úrslitið av ferðini var bókin De retfærdige. En islamisk stafet, sum kom út beint undan jólum,
og mánakvøldið 10. apríl kl. 19 í Miðlahúsinum fer Martin Krasnik at greiða nærri frá síni bók, síni ferð gjøgnum arabiska heimin og sínum hugsanum um politisku viðurskiftini í og millum muslimska heimin og vesturheimin. Eftir fyrilesturin verða spurningar og kjak.