Islam og modernaða samfelagið kunnu ongantíð sameinast

-Eg eri ikki rasist. Eg eri anti-nasist, anti-kommunist. Mær dámar stutt sagt ikki totatiliterar ideologiir og átrúnað, har frælsið og demokrati verð sett til síðis, sigur Bent Jensen, professari, sum er kendur søgufrøðingur og skal kanna skjalagoymslur í gamla Sovjet fyri føroyingar

 

Landsfundur

Løgmaður hevur sett Bent Jensen at kanna skjalagoymslurnar eystanfyri fyri føroyingar. Bent Jensen er útbúgvin Dr.Phil innan søgu og russiskt, og hann er víðagitin uttanlands fyri sínar kanningar, bøkur og meiningar. Fólkaflokkurin hevur fingið hann til Føroya um vikuskiftið at vera gestarøðara á landsfundi floksins. Hann hevur eisini í seinastuni verið frammi fleiri ferðir í donskum fjølmiðlum við sínum meiningum um eitt Islam, og hetta fingu áhoyrarnir á landsfundi Fólkafloksins eisini at hoyra um leygardagin. Hann undirstrikar, at ikki er í Føroyum fyri at styrkja um støðuna hjá Fólkaflokkinum, men hann vil fegin tosa allastaðni, har hann verður boðin. Einasta treytin er, at hann sjálvur sleppur at ráða yvir, hvat hann skal tosa um.

Tað skal fyrst og fremst sigast, at Bent Jensen als ikki tosaði um komandi kanningarnar eystanfyri, tá ið hann ikki er farin í holt við hesar enn. Tá vit eftir røðuna hittu Bent Jensen, greddi hann frá, at hann hevði borið eyga við okkurt um Føroyar í skjalagoymslum, men hetta vóru higartil smálutir í sambandi við, at hann hevði kannað um onkri donsk viðurskifti. Hann avvísir, at hann hevur sæð nakað føroyskt navn.

Áhoyrarnir sluppu tó at hoyra eitt sindur um sovjet og teirra søgu og hugmyndir. Áhugin fyri at seta spurningar eftir røðuna var eisini rættiliga stórur.

Bent Jensen greiddi eitt sindur frá um søguna hjá Sovjet og Russlandi. Í tí partinum av røðuni, sum snúði seg um sovjettisk viðurskifti, legði hann sera dent á, at í okkara parti av heiminum, so hava fólk lyndi til at ?gloyma? viðurskiftini, tá ið tað kemur til ræðuleikarnar, ið Stalin og hansara menn stílaðu fyri. Hann nevndi ferð eftir ferð, at tey intilektuelle ella kultiveraðu hava slóðað fyri, at danir hava latið eyguni aftur fyri ræðuleikunum har, men samstundis havt eyguni opin fyri kreppum aðrastaðni, sum ikki byggja á komunistiskar tvørleikar.


Elitan

-Kultur elitan eru tey penu fólkini við teimum røttu meininginum, sum altíð vilja tað rætta, serliga um tey ikki gjalda fyri tað sjálvi, sigur Bent Jensen.

Tað eru eftir øllum at døma at finna allastaðni, og ikki minst millum politikarar og onnur framstandandi fólk. Hesi hava sambært Bent Jensen skapt eitt slag av einum følskum veruleika.

-Tað eru tey, sum ikki hoyra til hetta fólkaslagið, sum kunnu síggja og hava sæð sannleikan, sigur Bent Jensen.

Bent Jensen vísir á, at tað innanfyri hægri lærustovnar og millum forløg hava víst seg at vera fólk, sum á sín hátt hava skrivað sólskinssøgur burturúr ræðuleikunum.

-Útbúgving er eingin treyt fyri at duga at síggja sannleikan, sigur Bent Jensen.


Islam

Sambært tølum, sum Bent Jensen kom við á fundinum, so standa muslimar fyri stórum parti av lógarbrotunum, ið verða framd í Danmark. Islam var hitt stóra evnið, ið Bent Jensen tók upp á fundinum.

Hann greiddi gjølla frá sínum sjónarmiðum og hevði eisini eina rúgvu av tølum at vísa á. Sum áður nevnt, so er hann eisini kendur fyri sínari hugsanir um Islam og leikltin hjá Islam í einum modenaðum samfelagi sum eitt nú tað danska. Hann vísti á, hvussu stórur munur tað er á Islam og tí lívvstíli, ið vit leggja okkum eftir.

-Tað ber ongantíð til at sameina Islam og modernaða samfelagið, tá ið tað er ein so grundleggjandi og stórur munur, sigur Bent Jensen.

Tað er í veruleikanum hetta, sum er tað grundleggjandi. Munurin á Islam og modernaða samfelagnum er so grundleggjandi stórur. Hann vísti samstundis á munin millum Islam og kristindómin.

-Meðan guds ríki ikki er av hesi verð, so blanda muslimar trúgv og politikk saman, samstundis sum teir jú eisini niðurgera kvinnuna, sigur Bent Jensen.

Hann ivast heldur ikki í, at ávirkanin frá muslimunum fer at standa við og veksa.

-Um tjúgu ár vilja tey vera 800.000 í Danmark, og hugsast kann, at tey um sama mundi fáa Islam staðfest í donsku grundlógini, sigur Bent Jensen, sum ikki eina løtu ivast í, at muslimarnir kunnu fáa álvarsligar avleiðinar fyri okkara lívshátt, tá ið krøvini frá teimum eisini vilja veksa við árunum.

-Tað ringasta er, at onnur og triðja generatión av muslimum í Danmark, sum allir eru uppvaksnir í Danmark eru nógv meira víðgongdur enn ættarliðini frammanundan, sigur Bent Jensen.

Sambært Bent Jensen skulu vit føroyinar ikki vera so øgiliga bangir, tí muslimarnr fara mestir ikki at gera nakra stórvegis innrás í Føroyum.


Ikki rasist

Tá ið tú lurtar eftir røðuni hjá Bent Jensen, so kanst tú lætt sita við einum ringum smakki í munninum. Hesin eldri danin, sum stendur og greiðir okkum frá, hvussu vandamikið tað er við Islam og muslimum. Tað er lætt at gera sær tað niðurstøðu, at her hava vit ein fasist og rasist. Ikki tí, tað kemur ikki nøkrum við, hvønn politiskan hugburð maðurin hevur. Hetta er eitt rættiliga óføroyskt evni. Bent Jensen heldur eisini, at støðan er og fer at vera øðrvísi í Føroyar enn eitt nú í Danmark. Hann væntar ikki, at muslimarnir fara at gera nakra innrás í Føroyum. Hetta byggir á hansara persónligu áskoðan, sum hann sigur seg ikki so lætt kunna grundgeva fyri.

Bent Jensen dámar als ikki at verða skýrdur fyri at vera rasist. Hann vísir eitt nú á, at hann hevur ættleidd børn og eina russiska konu.

-Eg eri ikki rasist. Eg eri anti-kommunist, anti-nasist og ikki fasist. Eg eru ímóti átrúnaðum og ideologium, sum byggja á totaliter prinsipp, sigur Bent Jensen.

Hann sigur seg hava valt nógvar ymiskar flokkar, tá ið val hevur verið á skránni. À listanum eru: SF, Venstre, Liberal centrum, sum ikki er til longur, og Socialdemokratarnir.

Ein av hansara størstu hetjum er George Orwell, sum hevur skrivað m.a. bókina 1984, sum flestu skúlanæmingar muge kenna.

-George Orwell var sjálvur uttanfyristandandi í samfelagnum, og hann undirstrikar eisini í sínum bókum, hvussu tað kann vera vandamikið at gerast ov intilektuellir, sigur Bent Jensen.

Bent Jensen fer nú undir meiri skipaðar kanningar í sambandi við kanningarnar eystanfyri, sum hann kallar tað.

Hann heldur uppgávan vera sera spennandi og vónar at okkurt spennandi spyrst burturúr.