Islam fyri byrjarar

Tahar Ben Jelloun, LIslam expliqué aux enfants, 2002,
Týtt: Lars Bonnevie, Hvad er Islam?,
Samleren, 2005

Anna V. Ellingsgaard



Marokanski høvundurin Tahar Ben Jelloun vann sær altjóða frami í 1980 unum við virðisløntu skaldsøgunum Sandbarnet og Den hellige nat. Síðani fyrst í 90 unum hevur Jelloun gjørt vart við seg sum ein tann mest týðandi humanistiska røddin í almenna kjakinum í Fraklandi, tá talan er um innflytarar, flóttafólk, rasismu, leiklutin hjá islam í Europa og sínamillum virðing millum mentanir og átrúnaðir. Eitt av íkastunum hjá Jelloun til hetta kjakið er bókin Hvad er islam?
Tá 11 ára gamla dóttir høvundan beint eftir 11. september 2002 spyr Hvat er islam?, má pápin byrja at greiða frá. Úrslitið gjørdist hendan bókin við sama heiti, sum er skipað sum ein íspunnin samrøða millum pápa og dóttir, har pápin fortelur um Koranin, profetin, søguna, mentanina og munin á trúnni og mátan, hon kemur til sjóndar. Og so vítt eg dugi at síggja, fær dótturin so erlig svar frá pápanum, sum til ber. Eisini tá hon spyr, um islam er ein tolerant trúgv ...
Bókin virkar sera væl sum lætt lisin innleiðsla til islamiska upprunan og søguna fram til okkara tíð. Hartil er hon á tremur við upplýsandi viðmerkingum til nútímans eldfim evni. Høvundurin megnar serliga væl at varveita eina kritiska frástøðu til evnið, samstundis sum hann eggjar til størri forvitni og opinleika millum átrúnaðir.
Høvuðsboðskapurin í bókini er, at í sær sjálvum er islam ein friðarlig, skilagóð og framburðssinnað trúgv, men at fanatisk menniskju  ørvitisknokkar  hava misskilt trúnna. Øll fanatisma stavar frá fávitsku, vil høvundurin bersøgin verða við.
Hóast íspunna samrøðan kann tykjast eitt sindur tilgjørd í løtum, flytir hon lesaran munandi nærri eini fatan av, hví tað ikki ber til at skera allar muslimar yvir ein kamb.