Sólmundur Joensen ? juli 2004
Gjøgnum meg streymar urkraftin
kollveltingarliga solidariska heimsmyndin
frælsisbálið glógvandi mars 1917
komi gangandi í einsemi
mót eystri
har lívið byrjar
í nívandi vetrarkulda
tann reyði tráðurin er leiðvísari
syngjandi glað sterk stríðsfús eygu
steðgi við eina lítla friðarliga
hálmtakta smáttu
boðin innar
her sita mínir andsfelagar geisandi
logaglæma
stættastríðsins vegvísarar
sessist í tann samansjóðaða heita ringin
felagsskapsins bál, reytt sterkt og
stríðshugað
hoyri orðið iskra- neistin er kveiktur
frælsislogans týðuliga mál
kollveltingardagurin í havsbrúnni
men verður tálmaður
av høgravendum rithøvundum
líkasæla, evnisheimsins girnd
fákunna og eintáttað teknokrata
kapitalismunnar valdsmonopolum
tó kann einki steðga frælsisstríðnum
kollveltingin móti
imperialistisku stríðum og kúgan
tjóðskaparsocialismu og pacifismu
alt vald til fólkið
og virkin samogn
virka eftir førimuni
og njóta eftir tørvi










