CIA ákærir nú IS fyri at hava brúkt kemisk vápn. Stjórin í CIA, John Brennan, sigur, at yvirgangsfelagsskapurin eisini hevur evnini at framleiða minni mongdir av klorgassi og sinnopsgassi.
– Vit kenna til fleiri dømi, har ISIS hevur nýtt kemisk vápn á vígvøllinum, sigur John Brennan í sendingini 60 minutes á sjónvarpsstøðini CBS.
- Vit hava eisini fingið frágreiðingar, sum vísa, at ISIS hevur atgongd til kemisk evni og vápn, sum felagsskapurin kann nýta, sigur hann við sjónvarpsstøðina.