Teir partrolarar, sum eru á botnfiskaveiði, fiska í løtuni upsa. Okkurt par kemur inn at landa mánadagin, og onkur pør koma seinni í vikuni.
Trý pør eru framvegis á gulllaksaveiði.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at ein djúpvatnstrolari fiskar svartkalva við Eysturgrønland og frystir veiðina umborð.
- Ein annar djúpvatnstrolari fiskar svartkalva og kemur inn at landa í næstu viku. Ein fiskar stinglaks, og so eru tað uppaftur tveir aðrir, sum frysta veiðina umborð.
Fiskamarknaður Føroya veit at siga, at tveir trolbátar eru á Rygginum, og annar kemur helst inn at landa mánadagin - og hin seinni í vikuni. Bátarnir fáa mest av toski og hýsu.
- Tveir trolbátar eru á landleiðini, harav annar landar mánadagin og hin seinast í vikuni. Hesir trolbátarnir fáa mest av toski, hýsu reyðsprøku, tungu og havtasku.
Lagt verður aftrat, at einki garnaskip er til fiskiskap, tí skipini hava lagt fyri summarið.