- Flestu partrolarar fiska í løtuni upsa, og skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur. Fiskiskapurin er misjavnur. Nøkur pør eru á beding, og nøkur pør fiska makrel.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.
- Tveir djúpvatnstrolarar fiska upsa og koma væntandi inn at landa síðst í næstu viku. Ein fiskar stinglaks, og tveir djúpvatnstrolarar fiska makrel. Restin av trolarunum liggja við bryggju.
Av teimum smáu trolbátunum fiska fýra makrel - og hinir allir liggja við bryggju.
- Eitt garnaskip er á svartkalvaveiðu og eitt fiskar havtasku. Skipið, sum fiskar svartkalva, landar síðst í næstu viku og skipið, sum fiskar havtasku, selur alt beinleiðis.
Lagt verður aftrat, at fiskiskapurin eftir svartkalva og havtasku í løtuni er smáligur.