ÍSF ynskir sær nýtt høvuðssæti

Húsið í Gundadali er vorðið ov lítið og er ótíðarhóskandi, metir ÍSF.

51 ára gamla húsið í Gundadali, sum ÍSF hevur sum høvuðssæti, er vorðið ótíðarhóskandi og ov lítið. Tað staðfestir ÍSF, sum tískil hevur sent áheitan til myndugleikarnar um at fáa útvegað eitt nýtt høvuðssæti.

Húsið í Gundadali var upprunaliga gamla felagshúsið hjá Neistanum. Tað varð bygt í 1964, og ÍSF flutti inn í tað 25. juli í 1975. Í 1982 varð húsið høvuðsumvælt og útbygt. Liðin eru sostatt 33 ár, síðan veruligar ábøtur vórðu gjørdar á hølisumstøðurnar hjá ÍSF.

- Ein og hvør, sum hevur sína gongd í ÍSFhúsinum, sær, at húsið er ov lítið. Summi sersambond hava eina lítla skrivstovu at húsast í, men fleiri hava onga, og salurin á ovastu hædd er so trongur, at tá 30-40 fólk eru inni, er fullsett og ógvuliga heitt, siga tey í ÍSF.

Lagt verður afturat, at tað stundum eru útlendingar í Føroyum í sambandi við ymiskt hjá ÍSF, og at lítla og gamla húsið tá ikki er nakað, sum tey eru errin av at sýna fram. Harafturat er heldur eingin lyfta til fólk, ið bera brek.

Les eisini: Fyrireika langhyl í Gundadali

Í gjár avdúkaði Sosialurin, at verulig ferð er komin á ætlanina hjá Tórshavnar kommunu um at byggja ein 50m-hyl í Gundadali. Ein slíkur hylur fer eftir øllum at døma at hava við sær, at ÍSF-húsið má rívast niður.