ÍSF uppførir seg átaluvert og respektleyst

Løgtingið hevur valt at uppraðfesta úrvalsítrótt, men ÍSF hevur sett seg á pengarnar, sigur Katrin Joensen, fyrrverandi nevndarlimur

Katrin Joensen, fyrrverandi nevndarlimur í Ítróttarsambandi Føroya, hevur sent ÍSF eina almenna átalu.

 

Málið snýr seg um játtanina til úrvalsítrótt, sum Løgtingið játtar ÍSF á hvørjum ári. Katrin Joensen er ónøgd við, at tað tekur so langa tíð at viðgera eina umsókn.

 

Hon vísir til eitt mál, sum hon kennir væl. Sonur hennara, Gudmund Joensen, kappast í altjóða triathlon kappingum, og hevur søkt Ítróttarsamfelag Føroya um stuðul.

 

- Tað sum eg átali alment er, at Ítróttarsamband Føroya fær eina umsókn frá sersambandinum í oktobur 2013 um úrvalsstuðul til Gudmund Joensen, men at vit í dag enn einki svar hava fingið. Tað haldi eg er átaluvert og respektleyst.

 

Katrin Joensen vísir á, at úrvalsítróttur kostar nógv. Tað er altíð møguligt at fáa privatar stuðlar, men tá ÍSF liggur á pengunum, er torført at yvirtala privatar stuðlar at opna pengapungin.

- ÍSF má vera sína uppgávu vaksið og skilja, at tey eru til fyri ítróttarfólkið. Løgtingið hevur valt at uppraðfesta úrvalsítrótt, og hevur játtað 200.000 krónur fleiri í ár í mun til undanfarin ár. Tá kann ÍSF ikki seta seg á hesar pengarnar, sum eru oyramerktir til 2014.

 

Katrin Joensen fílist at leiðsluni og bygnaðinum í ÍSF.

 

- Eg haldi ÍSF er ein øgiliga stirvin felagskapur. Tað finnast ikki visiónir og ætlanir, man tekur sær av tí, sum rekur inn yvir og rør seg í samfelagnum. Eina debatt í ovastu leiðsluni í Ítróttarsambandi Føroya í stjórnini, er øgiliga ringt at fáa eyga á. Mál eru ofta roknað sum avgreiðsluspurningar og fáa ikki ta sakligu viðgerð, tey hava uppiborið.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra alla samrøðuna.