ÍSF og RSF mótsiga sær sjálvum

Livar Nysted vísir á, at Róðrarsambandið umboðar alla rógving, eisini havrógving, meðan telving ikki hoyrir undir ÍSF

Livar Nysted svarar í dag Petur Elias Petersen, forseta í Ítróttarsambandi Føroya, og Jan Herman Hansen, formanni í Róðrarsambandi Føroya, aftur. Og hann heldur lítið um grundgevingarnar, sum teir báðir nýta í skrivinum, ið teir sendu fjølmiðlunum mánadagin.


- Ørindi teirra vóru at siga frá, hví havrógving varð útilokað frá kappingini. Orsøkin var, staðfesta teir, at ítróttagreinin hoyrir ikki undir ÍSF. Hetta er ikki ein góð grundgeving, tí sambært §1 í lógum RSF umboðar felagsskapurin alla rógving og tí eisini havrógving. Sjálvandi er ikki neyðugt at hava fleiri róðrarsambond, fyri tað um tað finnast fleiri róðrargreinar. Eitt er nóg mikið, og tað eitur RSF, sigur Livar Nysted.

 

Les eisini Vann eg væl um heimsins høv, men ei á fáfongd sterku

 

Hann undrast eisini stórliga á grundgevingarháttinum, sum teir báðir nýta. Tí tað, teir siga, stendur í beinari andsøgn til tað, teir hava gjørt, metir Livar Nysted:

- Tá ið dómsnevndin so oman á alt tilnevnir ein telvara, hvørs ítróttagrein netup ikki hoyrir undir ÍSF, so má man staðfesta, at ítróttaforsetin og formaður Róðrarsambandsins vísa svart belti í sjálvsmótsøgn, og málið verður komiskt, sigur Livar Nysted, sum kortini ikki roknar við, at ÍSF og RSF fara at taka í egnan barm:


- Eg eri fullvísur í, at eg havi tapt hetta slagið. ÍSF fer ongantíð at viðurkenna sítt mistak, og atburður RSF fær meg at staðfesta, at her gerst ikki meira. Rógva kunnu vit um heimsins høv, men fáfongdini vinna vit ikki á. Tó kann eg vóna, at róðrarfeløgini gera vart við seg á rætta stað og sláa manngarð um rógvingina, og at aðrar minni viðurkendar ítróttagreinar fáa eina virðiligari viðferð í framtíðini, sigur Livar Nysted, sum endar skrivið við hesum reglum:


- Tí hetta snýr seg ikki um Livar. Hetta snýr seg um sálina í ítróttinum.