ÍSF forsetin fegnast um framburðin

ÍSF markerar 75 ára føðingardagin við bók hjá Una Arge um tíðarskeiðið 1989-2014

Í dag verður Ítróttasamband Føroya 75 ár. Í tí sambandi verður nýggj bók løgd fram, sum serliga lýsir seinastu 25 árini hjá ÍSF og føroyskari ítrótt. Móttøka verður í Posthúskjallaranum í Tórsgøtu í Havn kl. 15 – 17 fríggjadagin. Ítróttasavnið hjá ÍSF gevur bókina út, og Uni Arge hevur skrivað.

 

Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti vitjaði morgunsendingina hjá Rás2 í morgun fyri at práta um bókina, og tað spennandi og ríku søguna hjá ÍSF. Hann fegnast um framburðin, sum hevur verið tey farnu 75 árini.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Petur Elias Petersen segði fyrr í morgun á Rás2.