ÍSF fordømir álopið á Ukraina: Russisk ítróttafólk ikki vælkomin

ÍSF mælir millum annað til, at eingi føroysk ítróttafólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi, og ítróttafólk úr hesum londum skulu heldur ikki sleppa at luttaka í føroyskum kappingum

– Í hesum órógvandi og truplu døgum sendir ÍSF sín treytaleysa samhuga og stuðul til ukrainska fólkið.

 

Soleiðis sigur ÍSF í skrivi í dag. Víðari stendur:

 

– Bæði tey, sum nú liva við ótta og óvissu í álopna heimlandinum - og tey, sum við ótta og óvissu flýggja undan russiskari og hvítarussiskari hermegi. ÍSF fordømir álop Russlands og Hvítarusslands á Ukraina. Tað eigur at fáa stórar fylgjur - eisini fyri russiskan og hvítarussiskan ítrótt.

 

ÍSF vísir á, at virðini, sum allur ítróttur byggir á, eru felagsskapur, friður og kapping á jøvnum føti.

 

– Sterka megin, sum býr í ítrótti, røkkur um allan heimin og knýtir okkum saman. Sama hvussu ymisk vit eru, sama hvar vit búgva, hvat vit trúgva og hvørjar sannføringar, vit annars hava, savnast vit í ítróttinum.

 

– Harðskapur og krígsgerðir, sum vit í hesum døgum síggja í Ukraina, kunnu tí á ongan hátt sameinast við ítróttin, sigur ÍSF.

 

– Vit vóna, at endi kann fáast á stríðnum á skilagóðan hátt, áðrenn fleiri mannalív so meiningsleyst verða mist, og áðrenn fleiri fólk mugu flýggja frá øllum, tey eiga.

 

Inntil stríðið endar, mælir ÍSF til, at:

 

  • Eingi ítróttafólk fara til kappingar í Russlandi ella Hvítarusslandi
  • Eingi ítróttafólk úr Russlandi ella Hvítarusslandi sleppa at luttaka í okkara kappingum
  • Eingi umboð fyri russiskan ella hvítarussiskan ítrótt sleppa at luttaka í føroyskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum
  • Eingi føroysk ítróttarumboð taka lut í russiskum ella hvítarussiskum tiltøkum, fyriskipanum ella avtalum

 

ÍSF sigur til síðst:

 

– Øll norðurlendsku ítróttasambondini standa saman um at fordøma Russland og Hvítarussland - og at útihýsa russiskum og hvítarussiskum umboðum, nevndarlimum og ítróttafólki. Føroysku umboðini á altjóða pallunum virka eisini fyri og stuðla hesi útihýsing.  Somuleiðis samskifta vit støðugt við hini norðurlendsku ítróttasambondini um, hvørt átøkini móti Russlandi og Hvítarussandi - og ítróttinum í hesum londunum - skulu herðast.