Isco til Real Madrid

“Isco, nýggjur Real Madrid spælari”. Soleiðis stendur at lesa á heimasíðuni hjá Real Madrid í dag. Isco skiftir frá Malaga, har hann hevur víst stórspæl í tvey ár.

 

21 ára gamli Francisco Roman Alarcon, betri kendur sum Isco, hevur verið settur í samband við Manchester City, sum hevur sett gamla venjaran hjá Isco í Malaga, Manuel Pellegrini í starv. Nú er hinvegin greitt, at Real Madrid hevur tryggja sær spanska U21 landsliðsmiðvallaran. Mett verður at prísurin liggur um 250 milliónir krónur.

 

Isco vann í summar EM við spanska U21 landsliðnum og verður mettur millum størstu talentini í sponskum fótbólti. Hann byrjaði sína yrkisleið í Valencia, áðrenn hann í 2011 skifti til tá nýríku Malaga. Fíggjarligt óskil hevur valda í Malaga, sum hóast tað megnaði at vinna seg í fjórðingsfinaluna í Champions League farna kappingarár.

 

Isco og Real Madrid hava gjørt sáttmála fyri fimm ár.