Komandi vikuskifti fer Havnar Sjónleikarfelag at vitja nýggja mentanarhúsið Atlantis við leikinum »Ísblomstrið«. Leikurin, sum norðmaðurin Terje Nordby hevur skrivað, varð framførdur í Sjónleikarhúsinum í Havn november/desember 1997.
»Ísblomstrið« er bygdur á eina søgn um gandakallin Johan Kaaven, sum livdi í Finnmørkini um aldarskiftið. Í leikinum skal Gandakallurin niðan í fjøllini at lekja konuna, Jóhonnu, sum hevur ligið sjúk í nógv ár. Sum ein annar detektivur finnur Gandakallurin fram til teir sálarligu trupulleikar, sum hava elvt til sjúkuna hjá Jóhonnu. Lygnir og ein ræðuligur sannleiki verða avdúkaðir.
Tey leikandi eru Hilmar Joensen sum Gandakallurin, Jytte Joensen sum Jóhanna Isaksen og Karlot H. Jacobsen sum maðurin hjá henni, Andreas Isaksen. Eyð Matras hevur týtt og leikstjórnað.
Umframt at fara til Klaksvíkar er eisini ætlanin at fara til Sumbiar og til Nólsoyar við leikinum.
Framførslurnar í Atlantis verða leygarkvøldið 17. januar kl. 20 og sunnudagin 18. januar kl. 16. Atgongumerki er at fáa í forsølu hjá Statoil í Klaksvík.