Fyrsta vikuskiftið í okt ober skipar Ítróttarsambandið fyri brekað fyri ítróttarlegu á Toftum.
Legan verður í skúlanum á Toftum, har luttakararnir eisini fara at búgva og eta. Skúlakøkur er á staðnum, og luttakararnir skulu sjálvir hava soviposa og neyðugu lutirnar til persónliga røkt við.
Legan hesaferð er bert ætlað teimum seinmentu, og roknað verður við, at tey, sum koma á leguna, hava áhuga í ítrótti.
Legan er ókeypis, men luttakararnir mugu sjálvir gjalda fyri ferðingina til og frá.
Leiðari á leguni verður Marjun á Plógv, og hon skipar saman við øðrum fyri hugnakvøldið 4. oktober.
Lagt verður til brots fríggjakvøldið 3. oktober kl. 19.00 og hildið verður fram til sunnudagin, t.v.s. at yvirnáttað verður í tvær nætur.
Fráboðan um luttøku kann framvegis gerast, seinasta freist er nú mánadagin, og ringjast kann til Egga Jensen (11985) ella Marjun á Plógv (15242).