Isak skal lyfta arvin eftir Zlatan

EM 2020: Zlatan Ibrahimovic skuldi eitt tak afturat fyri Svøríki, men ein skaði ger at Alexander Isak skal lyfta arvin

Svøríki hevur í nøkur ár spælt uttan heimsstjørnuna Zlatan Ibrahimovic, sum eisini er komin upp í fótbóltsárini. Hann skuldi tó taka eitt tak afturat við Svøríki til hetta EM-endaspælið, men bleiv skaddur.

 

Tað er nokk ongin ivi um, at tað er eitt liðavrik, sum skal bera Svøríki til hetta endaspælið, men uttan Zlatan Ibrahimovic, so skal onkur taka yvir í álopinum. Her verður ein partur av álitinum lagt á Alexander Isak, sum spælir við spanska Real Sociedad. Hann skoraði millum annað tvey móti Føroyum á Tórvølli í 2019. Av øðrum kunnu nevnast Emil Forsberg úr týska RB Leipzig og Victor Lindelöf úr Manchester United.

 

Svøríki hevur havt avbjóðingar við koronusmittuni í upptaktini til dystin. Bæði Dejan Kulusevski og Mattias Svanberg hava fingið staðfest koronu. Vónin hjá svenskarunum er at koma víðari úr bólkaspælinum, men í kvøld eru teir ikki favorittar, hóast Spania er í holt við ættarliðsskifti.

 

Bólkur E:

 

Spania – Svøríki (20.00)

 

Dómari: Slavko Vinčić, Slovenia

 

Leikvøllur: La Cartuja í Sevilla, Spania

 

Svøríki: Olsen; Lustig, Lindelöf, Danielson, Augustinsson; S. Larsson, Ekdal, Olsson, Forsberg; Isak, Berg

 

Hópurin hjá Svøríki:

 

Málverjar:

 

Robin Olsen, Everton

 

Kristoffer Nordfeldt, Gençlerbirligi

 

Karl-Johan Johansson, FC Köpenhamn

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Victor Nilsson Lindelöf, Manchester United

 

Pontus Jansson, Brentford

 

Marcus Danielson, Dalian

 

Andreas Granqvist, Helsingborgs IF

 

Pierre Bengtsson, Vejle BK

 

Filip Helander, Rangers

 

Mikael Lustig, AIK

 

Emil Krafth, Newcastle

 

Ludwig Augustinsson, Werder Bremen

 

 

 

Miðvallarar:

 

Albin Ekdal, Sampdoria

 

Sebastian Larsson, AIK

 

Kristoffer Olsson, Krasnodar

 

Viktor Claesson, Krasnodar

 

Dejan Kulusevski, Juventus

 

Emil Forsberg, RB Leipzig

 

Mattias Svanberg, Bologna

 

Ken Sema, Watford

 

Jens Cajuste, Midtjylland

 

Gustav Svensson, Guangzhou

 

 

 

Áleyparar:

 

Alexander Isak, Real Sociedad

 

Robin Quaison, Mainz

 

Marcus Berg, Krasnodar

 

Jordan Larsson, Spartak Moskva