Tann heimskendi rithøvundurin Isabel Allende úr Kile var í gjár í Odense og tók ímóti H.C. Andersen-bókmentavirðislønini. Virðislønin er tann størsta av sínum slagi í Danmark og verður stundum umrødd sum tann lítla Nobel-virðislønin í bókmentum.
Tað var Fríðrikur krúnprinsur, sum handaði henni virðislønarskjalið.
Isabel Allende hevur skrivað 19 bøkur, sum eru týddar til 35 mál, og hon hevur selt meiri enn 57 milliónir eintøk. Hon hevur fingið umleið 50 virðislønir í 16 londum fyri síni bókaverk. Hennara best kenda bók er "Andanna hús" ("La casa de los espíritus"), sum kom út í 1982.
Isabel Allende, sum er 70 ára gomul, býr í USA.