Eftir at hava herjað teir amerikonsku suðurstatirnar í næstan eitt samdøgur er tann tropiska ódnin Isaac á veg norðureftir. Í morgun segði amerikanska veðurstovan, at Isaac er viknað og er ein tropiskur stormur nú.
Sum væntað hevur Isaac havt sera nógv regn við sær, og hetta saman við einari fýra metrar høgari flóðaldu hevur gjørt, at fleiri býir í statinum Louisiana standa undir vatni. Tey seinastu tíðindini frá amerikonsku veðurstovuni siga, at í New Orleans regnaði tað 475 millimetrar eftir 24 tímum.
Í Pontchartrain-vatninum við New Orleans er vatnið næstan komið upp um byrgingarnar, sum verja býin, men myndugleikarnir siga, at byrgingarnar halda.
Tann nógvi vindurin, sum Isaac hevði við sær, hevur eisini gjørt skaða, og umleið ein millión fólk hava ligið í streymloysi.