Turkiskir myndugleikar meta nú, at tað islamski yvirgangsfelagsskapurin Islamski Staturin, ið skipaði fyri yvirgangsálopinum í Istanbul í morgun.
Tað er turkiski forsætisráðharrin, Numan Kurtulmus, ið fyrr í dag boðaði frá, at stjórnin metir, at talan var um eitt álop, ið IS skipaði fyri. Tað skrivar tíðindastovan Reuters.
Forsætisráðharrin upplýsti eisini, at tað longu hevur eydnast myndugleikunum at eyðmerkja líkið av sjálvmorðsbumbufólkinum. Talan var um ein 18 ára gamlan sýra, ið fyri stuttum var komin til Turkalands úr Sýria.
Tíggju fólk doyðu og fimtan fingu løstir, tá ein sjálvmorðsbumbufólk í morgun sprongdi seg sjálvan í luftina í turkiska býnum Istanbul. Álopið hendi í einum øki í býnum, ið er væl umtókt millum ferðafólk, og øll tey dripnu vóru eisini ferðafólk.

Mynd: Polfoto.
IS skipaði fyri álopinum

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.