Býurin Raqqa í Sýria er nú fullkomiliga reinsaður fyri Islamska Statin. Tað sigur felagsskapurin The Syrian Observatory for Human Rights, sambært Reuters tíðindastovuni.
Tað er ein herdeildin SDF, ið er ein blanding av kurdiskum og arabiskum stríðsmonnum, ið eru stuðlað av teimum sameindu við USA á odda, ið hevur endurvunnið býin, ið var høvuðsstaður í kalifatinum hjá IS, og sum yvirgangsfelagsskapurin vann ræðið á í 2014.
Býurin hevur verið miðdepil í bardagan millum tey sameindu og IS teir síðstu fýra mánaðirnar, og er dagsins sigur enn ein staðfesting av, at IS er í ferð við at tapa stríðið móti teimum sameindu.
Islamski Staturin hevur mist stór landaøkir í Sýria og Irak í ár, harímillum irakska býin Mosul, og hevur felagsskapurin, sambært Reuters, nú einans ræðið yvir einum avmarkaðum øki á markinum millum Irak og Sýria.