IS leiðari dripin við dronu

Sambært amerikanska verjumálaráðnum varð IS-leiðarin Maher al-Agal dripin meðan hann koyrdi motorsúkklu

Í gjár lat enn ein umráðandi maður hjá IS lív. Hann bleiv tikin av døgum meðan hann koyrdi á eini motorsúkklu nærhendis Jindayris, sum liggur í útnyrðingspartinum av Sýria. Ein av hansara tættastu ráðgevum fekk álvarsligan skaða.

 

Joe Biden var skjótur úti og segði, at álopið ”sendir eini sterk boð” til yvirgangsfólk.

 

Hervaldið boðar frá, at ”innleiðandi eftirmetingin” sigur, at ongin vanligur borgari fekk skaða.

 

Í frágreiðingini stendur, at al-Agal hevði ábyrgdina av at menna sambandið hjá IS uttanfyri Irak og Sýria.

 

Dagurin í gjár var enn ein niðurtúrur hjá islamistiska yvirgangsbólkinum IS. Fyrr í ár sprongdi ovasti IS leiðarin Abu Ibrahim al-Hashemi al-Quraishi, sambært amerikanarum seg sjálvan í luftina. Hetta hendi undir einum amerikonskum álopi inni í Sýria.

 

IS hevur roynt at umskipa seg, eftir at harðrendi islamistiski bólkurin hevur mist valdið á stórum umráðum í Sýria.

 

Vit skulu aftur til árini 2014 til 2017 fyri at finna stórleikatíðina hjá IS. Rørslan ráddi yvir milliónum av sýrum. Samstundis hugkveikti IS víðgongdar muslimar kring heimin at fremja yvirgangsatsóknir í býum runt um í heiminum.

 

Táverandi IS leiðarin, Abu Bakr al-Baghdadi, útnevndi eitt kalifat í einum fjórðingi av landspørtunum í Irak og Sýria.

 

Men pílarnir høvdu peikað niðureftir í eina tíð áðrenn Baghdadi varð dripin av einum úrvalsliði av amerikonskum hermonnum í 2019.