Írski forsætisráðharrin, Leo Varadkar, váttar, at hann gevst sum forsætisráðharrin og floksleiðari.
Sjálvur sigur maðurin, at orsøkin til, at hann nú leggur frá sær, bæði eru politiskar og persónligar.
- Eg veit, at gitingar fara at koma um, hvør veruliga orsøkin er til, at eg gevist, men hetta eru veruligu orsøkirnar, endurtekur hann.
Leo Varadkar gevst sum floksleiðari beinanvegin, men verður sitandi sum forsætisráðharri, til ein avloysari er funnin.
Tað var á tíðindafundi í dag, at forsætisráðharrin boðaði frá, at hann nú leggur frá sær.
- Tíðin at gevast í einum slíkum leikluti kemur ongantíð, men hetta er líka so greitt nú sum seinni, legði Leo Varadkar.
Tað eru Dagbladet og NTB, sum bera hesi tíðindi í dag.











