Írski fiskivinnuráðharrin: Handilsbann skal kroysta avtalu í lag

Írski fiskivinnuráðharrin, Simon Coveney, er sannførdur um at handilsbann móti Íslandi og Føroyum er einasta loysn at fáa eina avtalu um makrelin í lag

Írski fiskivinnuráðharrin, Simon Coveney, er sannførdur um at handilsbann móti Íslandi og Føroyum er einasta loysn at fáa eina avtalu um makrelin í lag.

 

 

- Á seinasta fundi bóðu vit kommiserin fara undir tingingar við nýggja ráðharran í Íslandi. Hetta er gjørt, men eingin vilji er at koma víðari í málinum frá Íslandi. Hetta noyðir okkum at biðja kommiserin fara undir handilsátøk. Vit eru noyddir at veruliga seta inn og taka neyðug stig, sum kunnu kroysta eina avtalu upp á pláss. Vit kunnu ikki lata hetta halda áfram ár eftir ár, har londini vinna sær eina rúgvu av peningi upp á sjálvásettu kvoturnar, men samstundis gera óbótaligan skaða á fiskastovnin, segði Simon Coveney, írskur fiskivinnuráðharri, tá hann var á veg inn á ráðharrafundin í Brússel í morgun.

 

 

Í morgun klokkan 9 føroyska tíð fór fundur í gongd í Evropeiska Ráðharraráðnum fyri landbúnað og fiskivinnu, og eitt av málunum á dagsskránni er at ES-kommisiónin skal svara upp á, hvussu langt er komið við at seta í verk handilsbann móti Føroyum og Ísland afturfyri handfaringina av makrelstovninum í Norðuratlantshavi.

 

 

Tað eru Írland, Stórabretland, Spania og Frakland, sum hava sett málið á dagsskrá og krevja eina kunning frá Kommisiónini.

 

 

Sambært írska fiskivinnuráðharranum er talan ikki so nógv um, at tey ikki vita, hvat er farið fram í málinum, men heldur ein møguleiki hjá londunum og ES at vísa, at tey taka eina greiða politiska støðu í málinum. Hetta er serliga neyðugt, nú tingingar við Ísland um handfaringina av makrelinum ikki bóru á mál, eftir at Ísland fekk nýggja stjórn í kjalarvørrinum á tjóðartingsvalinum herfyri.

 

Hoyr samrøðuna við Simon Coveney við at trýsta á spælaran beint undir myndini í erva.