Iron Maiden í studio aftur

Eftir sigandi kunnu fjepparar gleða seg til næsta ár. Tá kemur nevniliga ein nýggj fløga frá Iron Maiden Enski tungmálmsbólkurin úr Leyton í Vesturlondon kom til í 1975. Teir gjørdust kendir við løgum sum ?2 minutes to midnight?, ?The number of the beast?, ?Seventh son of a seventh son?, ?Aces high? og fleiri.

 

Nú sigur trummuspælarin Nicko McBrain, at bólkurin aftur fer í studio fyri at innspæla eina nýggja fløgu, skrivar gaffa.dk.

 

Teir hava nú eftir sigandi 8 sangir til reiðar, men tað gongur allarhelst eitt ár, áðrenn vit fáa sangirnar at hoyra.

 

Tað er enski útvarpsverturin og plátuvendarin Eddie Trunk, ið fór út við tíðindunum fríggjadagin 1. januar. Hann segði um almannakunngerðina:

 

- Trummuspælarin í Iron Maiden ringdi til mín í gjárkvøldið, og hann segði mær, at Iron Maiden fer í studio um tvær vikur at byrja við arbeiðnum við nýggju fløguni. Hann segði, at har eru skrivaðir 8 sangir higartil, so teir eru væl noyddir at koma við nøkrum sangum afturat undir innspælingunum.

 

Hann segði eisini, at ein kann vænta sær eitt sindur øðrvísi tilfar enn áður.

 

Hevur tú ikki hug at bíða so leingi, kanst tú hoyra teir live á Sonisphere Festival í Svøriki og Finlandi í summar ávíkavíst 7. Og 8. august. Atgongumerki kunnu fáast á sonispherefestivals.com.

 

Fleiri konkretar almannakunngerðir eru ikki komnar frá Iron Maiden, so fjepparar mugu framvegis vera tolnir.