Iron Maiden seta hol á Roskilde 2011

Eins og vanligt er kunngerð Roskilde Festivalurin ikki sína endaligu skrá fyrr enn fáar vikur innan festivalin. Men bólkurin Iron Maiden hevur kunngjørt nær teir spæla. Iron Maiden hevur lagt á heimasíðuna, at bólkurin spælir fyrsta dagin av Roskilde Festivalinum, sum altso er hósdagin.

 

Hetta hava nakrir journalistar hjá Ekstra Blaðnum í dag funnið fram til.

 

Seinastu mongu árini hava føroyingar í hópatali leitað sær til Roskilde, tá ið festivalurin hevur verið á skránni.

 

Flest øll heimskend nøvn hava spælt á

festivalinum, sum avgjørt er tann størsti í Evropa.

 

Tó hevur kritikkurin av festivalinum verið stórur í ár. Ummælarar hjá Ekstra Blaðnum og BT halda ikki, at skráin í ár er nakað at reypa av.

 

Aftrat Iron Maiden verða eisini framførslur frá eitt nú The Strokes og Kings of Leon.

 

Les meira um festivalin á www.roskildefestival.dk