Iron Maiden legendurnar vóru legendariskir

Legends of Iron Maiden, Blaze Bailey og Paul di Anno vóru í toppformi, og fingu veruliga áhoyrarafjøldina við sær.

 

Teir høvdu lært seg nakrar føroyskar glosur, fyri at samskifta betur við fjøldina. Teir veitraðu eisini við einum føroyskum flaggi, og høvdu eitt eldshow, sum veruliga vildi nakað.

 

Áhoyrarar í stórum tali stillaðu seg frammanfyri pallin, og vaggaðu við, ikki minst, tá lagið "Fear of the dark" koyrdi. Legendirnar vóru veruliga legendariskir.

 

Undir greinini ber til at síggja og hoyra tvær kykmyndir. Tann fyrra er við teimum fyrstu tónunum, og tann seinna er við teimum seinastu tónunum hjá Legends of Iron Maiden.