So hendi tað endiliga : The beast is back! Hjá okkum gomlu 80´ara heavyrockarum er tann náðuga stund follin okkum í lut at vit sleppa at uppliva eina samstundis nostalgiska og aktuella løtu við eini nýggjari fløgu í hendi. Mong vóru vit sum í 1995 avskrivaðu Iron Maiden tá ið teir hetta árið góvu út fløguna The X Factor. Einki gott kann sigast um hesa fløguna : Rætti Iron Maiden sangarin var skiftur út við tann nasala og ótolandi Blaze Bailey.
Ikki nokk við at rætti Iron Maiden sangarin, Bruce Dickinson, er komin upp í aftur bólkin ; eisini gamli guitarleikarin, sum rýmdi í 1989, Adrian Smith, hevur funnið sær vegin aftur í gamla sessin. Ùrslitið er ein gleðisfyltur heavy metal rúsur við einum torubrakandi ljóðmúri sum spríkir av nittum og tonsarayvirflóð. Fyrsta stakfløgan, The Wicker Man, hevur longu gjørt um seg á sølulistunum, eisini í Føroyum. Lagið fýkur avstað við 200 km/t, komplett við galopp - bassi og harðmæltum harrakóri - hárið er langt og leðurjakkin glansar av hart rockandi stadionsveitta. Hetta er hjartanemandi.
Ikki síðani 1982 hevur kongarøddin hjá Bruce ljóðað so yndislig og gjøgnumtreingjandi. Hetta var tíðin tá ið orðini ?six six six? brendu seg føst í trummuhindurnar á einum hvørjum rætt rockandi og slamdansandi heavy metal enfant terrible. Hetta er eisini besta útgávan hjá Maiden síðani Seventh Son Of A Seventh Son, sum gjørdi at undirritaði konverteraði á vári í 1988. Frá at hava nynnað við til Kim Wilde og Chicago fekk eg stafettina handaða og tað var tambaða torurøddin á Bruce Dickinson sum kveikti ein loga í mítt titrandi popphjarta.
Henda fløgan er før fyri at halda eldinum við líka og tað kann man takka løgum so sum The Mercenary, Out Of The Silent Planet, Brave New World og The Nomad fyri. Stílurin er eyðkendur og integriteturin lýsur av bólkinum. Løgini eru styrkt við vanligu melodisku millumspølunum og Iron Maiden hava umsíður fingið skil upp á trummuljóðið. Nicko McBrain leikar í sum tann svakligi berserkarin hann altíð hevur verið og Bruce Dickinson er í toppformi. Steve Harris stendur framvegis við róðrið og hevur skrivað bróðurpartin av tilfarinum á fløguni. Spelkna guitar trio´in slær ikki falskar mentir og vælsignar løgini við øllum frá teskandi yndi til brølandi øði og undirritaði tveitir seg enn einaferð í dustið.
Hetta er ikki eitt ummæli, hetta er eitt viðmæli. Keyp! Keyp! Keyp!