Longu áðrenn allar atkvøðurnar vóru taldar upp, sást týðiliga, at flokkurin hjá forsætisráðharranum, Fine Gael, og samstarvsflokkur hansara, Labour, høvdu stóra afturgongd.
Avleiðingin av tí verður allarhelst, at tað verður meira enn bara torført at skipa nýggja stjórn, og eygleiðarar halda, at hetta kann koma at elva til, at siðbundnir fíggindar í írskum politikki verða noyddir at samstarva.
– Eg vil tó einki siga um samstarvs- ella samgongumøguleikar, fyrr enn vit hava endaliga úrslitið á borðinum, sigur Enda Kenny, ið ásannar valósigurin, men tó ikki enn hevur sagt, hvat nú fer at henda.
Teir báðir stjórnarflokkarnir, Fine Gael og Labourd, fara helst at fáa millum 55 og 68 tjóðartingssessir, ið tó er langt frá teimum 80 sessunum, ið krevjast, fyri at kunna halda fram við verandi stjórn.
Fleiri eygleiðarar halda, at teir báðir stjórnarflokkarnir fyrst og fremst verða revsaðir fyri fíggjarpolitikkin, ið mest hevur gagnað teimum vælbjargaðu.