IRF undir umfatandi útbygging

Brennistøðin hjá IRF í Leirvík er ov lítil og tískil er neyðugt at fara undir útbyggingar. Tað sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.

 

- Vit arbeiða uppá at byggja ovnin út, so hann kann fara frá at taka trý tons sum tíman til eini fimm tons. Tað kemur eisini so nógv burturkast til okkum, at vit eisini mugu byggja móttøkuna út, sigur Poul Andrias Joensen.

 

IRF heintar tilboð inn uppá arbeiði, men tey hava ikki gjørt tað út frá arbeiðtekningum. Tey hava samstundis biðið um uppskot til hvussu arbeiði kann gerast best.

 

Um kostanaðin sigur Poul Andrias Joensen, at tað er ikki ein endalig meting gjørd uppá arbeiði. Arbeiði kann samanlíknast við tað, ið bleiv gjørt á brennistøðini á Hjalla í Havn og har lá kostnaðurin um 60 milliónir. Tí væntar Poul Andrias Joensen, at prísurin fer at liggja um 60 milliónir ella meir, men  hann fær ikki staðfest tað áðrenn endaligu tekningarnar fyriliggja.

 

Enn er ikki greitt nær arbeiði kann byrja, men møguliga verður tað í næsta ár. Poul Andrias Joensen sigur, at tá loyvir eru komi uppá pláss og ein arbeiðstakari er fingin, so kann ganga ein tíð áðrenn alt er klárt.

 

Í samband við umbyggingina flytir ein partur av umsitingini fyribils til Klaksvíkar. IRF hevur ikki sett sær fyri at fara undir at byggja ein umsitingarbygning enn og tískil fer partur av umsitingini til Klaksvíkar.

 

- Vit hava gjørt eina avtalu við býráðið í Klaksvík um at ein partur av umsitingini sleppur inn í posthúsið í Klaksvík. Talan er um ein tvey ára sáttmála, sigur Poul Andrias Joensen, stjóri í IRF.