IRF og Dugni víðka samstarvið

IRF og Dugni eftirmettu í gjár samstarvið um endurnýtslu av lutum og lagt ætlanir um at víðka samstarvið til eisini at fevna um at taka sundur gteldur og sjónvørp fyri IRF.

Higartil hevur Dugni fingið lutir til endurnýtslu av Endurnýtsluplássinum á Bumshamri hjá Klaksvíkar kommunu. Hendan skipanin hevur virkað væl. IRF fer nú at kanna møguleikarnar fyri at fáa samstarv í lag við onnur pláss í limakommununum eisini.

Harafturat verður nú skipað fyri einu royndarverkætlan, har Dugni á Kambsdali fer at taka sundur teldur og sjónvørp fyri IRF. Við hesum átaki roknar IRF við at minka um kostnaðin til útflutningin av elektroniskum burturkasti, samstundis sum arbeiði verður til fleiri fólk, ið starvast hjá Dugna.

Í fyrsta lagi er talan um eina royndartíð - men partarnir vænta, at grundarlag er fyri, at halda áfram við hesum.

- Leiðslunar á Dugna og IRF gleðast um hetta átak - sum er ein liður í, at betra um endurnýtslu og at menna rúmliga arbeiðsmarknaðin.