IRF og AVV vitjað í Klaksvík

Mánadagin vóru umboð fyri Interkommunala Renovatiónsfelagsskapin IRF og danski renovatiónsfelagsskapurin AVV á vitjan og kunningarferð í Klaksvík.

AVV i/s er eins og IRF ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur hvørs eigarar eru Hjørring- og Brønderslev Kommunur. Tann eini ovnurin hjá AVV i/s stendur nú fyri at skula verða skiftur út ella umvælast.

Tá ið IRF hevur royndir av umvælingum av ovninum, valdu teir hjá AVV at koma higar at kunna seg um henda møguleikan, sum er munandi bíligari, enn at skifta út, tó at livitíðin er styttri.

Mánadagin fór Dragin av Lorvík við gestunum frá norður Jútlandi – 12 í tali, har teir samstundis fingu eina útferð og ein betri bita frá Pól á Muntra, sum kokki umborð. Komnir á Klaksvík gekk leiðin niðan í Christianskirkjuna, har Alex greiddi frá og sang fyri teimum.

Síðani varð vitjað á ruskinsavningarstaðnum hjá kommununi á Bumshamri, har Símun Pauli Sivertsen, leiðari greiddi frá. Eftir tað vitjaðu teir á Fiskamarknaðinum, har Kristian Fr. Olsen, stjóri á Kassamiðstøðini greiddi frá.

Ferðin endaði í Býráðshøllini, har Gunvá við Keldu, borgarstjóri tók í móti. Tey fingu eina frá greiðing um hvat rørist í Klaksvík og vórðu síðani boðin til ein kaffimunn, áðrenn leiðin gekk til Tórshavnar, har tey eisini skuldu vitja brennistøðina í Tórshavn.