Í 2009 tók IRF ímóti 7,8% færri rúmmetrum av burturkasti enn í 2008. Bruttoúrslitið gjørdist 40,7 mió. kr, sum er 2,5 mió. kr betri enn í 2008. Rakstrarúrslitið gjørdist eitt hall á 147 tús. kr, sum er 2,2 mió. kr verri enn í 2008. Fíggjarstøðan javnvigar við 122,3 mió. kr í 2009 móti 107,2 mió. kr í 2008.
- Framkomin samfeløg hava tørv á at hava vælvirkandi skipanir at savna og viðgera burturkast og at gagnnýta tað á besta hátt. Tað kann vera at endurnýta, at endurvinna og at brenna við fjarhitaveiting í einum hóskandi lutfalli, sigur IRF í tíðindaskrivi í sambandi við, at felagsskapurin hevði aðalfund í gjár.
IRF sigur víðari í tíðindaskrivinum, at hugburðurin á umhvørvisøkinum er nógv broyttur seinastu árini og má sigast at hava verið í brennideplinum í 2009.
- Vit eru øll blivin meira tilvitað um umhvørvið og at neyðugt er við tiltøkum fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Víðari sigur IRF:
»Nevndin metir, at IRF er væl við í altjóða rákinum til móttøku og viðgerð av burturkasti. Brenni¬støðin á Hagaleiti og umlastingarstøðin á Gjánoyri eru umbygdar og nútímansgjørdar. Arbeitt verður við at byggja nýtt spilloljuverk á Hagaleiti, at út- og umbyggja okkara tyrvingarpláss. Harafturat fer IRF at leggja orku í at fáa eina betri viðgerð av rottangaevju og øðrum lívrunnum evnum.
Búskaparliga gongdin
Rakstrarúrslitið fyri 2009 er verri enn mett frammanundan. Inntøkurnar eru 4,6 mió. kr. lægri enn í 2008, meðan útreiðslurnar eru 5,8 mió. kr minni. Lækkaðu inntøkurnar stava í høvuðsheitum frá virkjum, bingjuleigu, sølu av endurnýtslutilfari og landsstýrisgjaldi fyri Spilloljuverkið. Avskrivingar og rentuútreiðslur eru eisini hægri í 2009.
Á útreiðslusíðuni er spart á mest sum øllum postum í 2009 og tíverri eisini í starvsfólkaútreiðslum, men hesar sparingar koma ikki at síggjast í rakstrinum fyrr enn í 2010.
Samlaðu íløgurnar í 2009 vóru 32 mió. kr. Íløgur fyri 24,6 mió. kr vórðu gjørdar í Brennistøðina og í ymiska útgerð, meðan 7,4 mió. kr vóru gjørdar í aðrar móttøkstøðir og rottangaskipanina.
Samlaða skuldin er 17,6 mió. kr hægri enn í 2008, meðan rentuútreiðslurnar eru 2,2 mió. kr hægri. Avskrivað er eftir sama leisti sum í 2008.
Hóast úrslitið fyri 2009 er 4,1 mió. kr verri enn í samtyktu rakstrarætlanini, metir leiðsla felagsins, at úrslitið er nøktandi. Ein av orsøkunum til versnaða úrslitið er sjálvandi minkandi burturkast og harvið minkandi inntøkur. Høvuðsorsøkin er tó semjan millum SEV og IRF um gjaldið fyri uppruddingina eftir oljuóhappið á Vágsverkinum 6. desember 2006. Semja varð gjørd um, at IRF krediterar SEV fyri 2,7 mió. kr umframt MVG.
Limagjaldið fyri 2011
Limagjaldið er samansett av tveimum gjøldum, sum verða nevnd ruskgjald og rottangagjald.
Nevndin mælir til, at limagjaldið fyri 2011 verður óbroytt í mun til 2010, t.v.s. at ruskgjaldið verður 1.320 kr fyri hvønn íbúgva, meðan rottangagjaldið verður 180 kr fyri hvønn íbúgva.
Nevndin leggur tó dent á, at tað aftur verður neyðugt at hækka limagjaldið í 2012, hetta vegna neyðugar íløgur sum liggja fyri framman at gera, í m.a. tyrvingarpláss og endaviðgerð av rottangaevju.«