Nú nátatíðin er fyri framman, mælir IRF til at hugsa um umhvørvið, tá farið verður eftir nátum. IRF vísir á, at tað eru nakrar serstakar leiðbeiningar galdandi viðv. burturbeining av leivdum. Hesar eru:
- Burturkastið skal vera so væl avvatnað sum gjørligt, fyri at minka um útlátið úr roykinum á Brennistøðini, sum kann dálka umhvørvið.
- Fjaðrar skulu vera í posum, sum ikki eru heilt lufttættir, so posarnir ikki bresta, tá burturkastið verður handfarið víðari.
- Leivdirnar kunnu latast inn á kommunala endurnýtsluplássið.
IRF vísa eisini á fyribyrging av nátasjúku, og vísa til tilmæli frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni. Tey ráða til at taka hesi atlit fyri at fyribyrgja nátasjúku:
- Tey, ið taka náta, eiga at vera í oljuklæðum og vaska tey og onnur klæðir, tey hava verið í, væl tá ið veiðan er av. Umráðandi er at vaska sær væl um hendurnar undir og aftaná veiðuna. Hendurnar eiga at verða vaskaðar, áðrenn tað verður etið, ella ein festir sær í. Best er at skola hendurnar í kloraminvatni. Kloraminpulvur og leiðbeining um at loysa upp í vatni fáast á apotekinum.
Av tí at fjarðarnar kunnu vera dálkaðar, verður mælt til at skálda nátan og ikki royta. Nátarnir eiga at verða skáldaðir sama dag, sum teir verða tiknir. Fjarðar, innvølir, tóm kloraminíløt o.a frá nátaveiðuni skulu koyrast í plastposar og beinast burtur á góðkendum stað hjá IRF og KOB.
Náti, ið er íligin, t.v.s saltaður, smittar ikki.
Vanligu sjúkueyðkennini av nátasjúku er lungnabruni við skjálvta og febri áleið 39º C, turrur hosti og høvuðpína. Tann sjúki er ússaligur og ofta í ørviti. Í summum førum kemur sjúkan líðandi og kann vera so lin, at hin sjúki nóg illa kennir seg sjúkan. Heldur nakar seg hava fingið sjúkuna, ið vanliga byrjar 4-14 dagar eftir smittuna, verða tey biðin um beinanvegin at venda sær til lækna.
Viðvíkjandi sølu av náta, mælir Heilsufrøðiliga starvstovan til, at teir skulu teir verða royttir og ílignir.