IRF broytir innsavningina

Í samband við umlegging og effektivisering av rakstrinum hevur IRF umskipað innsavningarøkini, sum nú gerast fýra heldur enn fimm

Innsavningarøkini há IRFG verða umløgd, og fólk eru søgd úr starvi í samband við effektivisering av rakstrinum hjá IRF.
IRF sigur í tíðindaskrivi, at innsavnigin norðanfyri er umskipað frá fýra til trý øki. Suðuroyggin verður framhaldandi eitt øki.
Øki trý verður broytt soleiðsi, at Fuglafjørður og Kambsdalur verða løgd aftur at Norðoyggjum. Restin av Suðureysturoy verður eitt øki, og Noðrureysturoy, Norðstreymoy, Vágar og Sandoy umframt Hest,Koltur og Mykines verða eitt øki.
Broytingin ger eisini, at innsaningin av hvíta posanum verður broytt soleiðsi,at hann nú verður tikin áttandu hvørja viku heldur enn fimtu hvørja, sum fyrr var. Men so kunnu húskini lata tveir posar hvørja ferð, sigur IRF.
Mong hava saknað álmanakkan frá IRF, sum ikki er komin í ár. Onkur hevur hldið, at hann eisini er spardur burtur.
Men so er ikki. Álmanakkin er seinkaður orsakað av umleggingunum, sigur IRF. Hetta fyri at fáa tær nýggju innsavningarskipaninar lýstar í honum.