IRF bilur farin út av vegnum millum Fjarða

Vegurin skrædnaði undan, men ferðslan koyrir sum vant

Fyri løtu síðani fór ein bilur hjá IRF út av vegnum millum Fjarða.

Løgreglan sigur, at tað hevur ikki so nógv upp á seg, og at tað var heilt einfalt vegurin, ið skrædnaði undan, tá lastbilurin helt av.

Lastbilurin gleið tí út av vegnum, og stendur nú hálvur í vegjaðaranum.

Lastbilurin ávirkar ikki ferðsluna, sigur løgreglan, og hon koyrir sum vant.