Alla nátt hevur tann tropiska ódnin Irene herjað nakrar av teimum amerikonsku eysturstatunum, og tann nógvi vindurin hevur gjørt stóran skaða. Myndugleikarnir siga, at higartil hevur ódnarveðrið kravt 10 mannalív.
Irene er nú á veg ímóti New York. Fleiri hundraðtúsund fólk eru flutt úr býnum, og onnur hava fyrireikað seg sum best, nú tann ringasta ódnin í 60 ár nærkast stórbýnum.
Í statunum North Carolina og Virginia hevur Irene kvett elsambandið, og bara í Virginia eru 610.000 húski í streymloysi. Samstundis eru fleiri floghavnir stongdar.