Irena sá ránið av Anne-Elisabeth Hagen

Hon stóð ein metur frá einum bili, har kvinna sat á baksetrinum, helst bundin á hendur. Framman fyri sótu tveir menn - í húgvu og hettu. - Kvinnan hugdi upp á meg, og eg sá, hon rópti: "Hjálp mær!"

 

 

Tað er ikki óhugsandi, at Irene er hin einasta, sum kann hava sæð norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, tá hon hin 31. oktober í 2018 varð rænd úr heimi sínum í Lørenskog. Í einari sending í Tv2.no fortelur Irene, sum ikki uppgevur sítt eftirnavn, hvussu hon upplivdi tað, hon hin 31. oktober í 2018 var vitni til. Eingin ivast í, at tað, sum kvinnan upplivdi tíðliga henda seinnapart, er rætt, og tað er heldur eingin, sum setir spurnartekin við trúvirðið hjá kvinnuni. Hinvegin kann eingin við vissu siga, at tað júst var norska ríkmanskonan, Anne-Elisabeth Hagen, sum vitnið sá á baksetrinum í bilinum henda dagin.

Norska løgreglan ivast heldur ikki í trúvirðinum í søguni hjá Irene, og tey viðganga, at í eina tíð var tippið hjá henni ógvuliga áhugavert. Heilt løgið kann tað tí tykjast, at løgreglan ongantíð veruliga hevur avhoyrt Irene, men bert hevur samskift við hana um telefon. Mánakvøldið í hesi vikuni var Irene í einari sending í Tv2.no - Åsted Norge - har hon niður í smálutir greiddi frá tí, hon upplivdi, eins og Tv2.no í somu sending eisini hevur verið á umrødda staði saman við Irene, har kvinnan hevði sína uppliving.

Klokkan var júst 12.30, tá Irene gjørdist vitni til tveir bilar, sum vóru nær við at stoyta saman á vegnum. Tann eini bilurin varð noyddur at steðga fyri øðrum bili, og sjálv stóð Irene bara ein metur frá bilinum, sum steðgaði. Meðan hon stóð har, fekk hon eygnakontakt við eina kvinnu, sum sat á baksetrinum í bilinum. - Har situr ein kvinna, sum fær eygnakontakt við meg. Hon starir upp á meg. Eg síggi, at hon hyggur niður yvir hendur sínar og hálar. Eg tulki tað, eg síggi, sum um kvinnan situr bundin.

Irene heldur, at kvinnan sær út til at vera desperat, og hárið á høvdinum á henni er ruskut. - Hon sigur eitt hvørt, og á munninum haldi eg meg síggja, at hon rópar: "Hjálp mær!". Men, eg hoyri ikki, hvat hon sigur. 

Tá Irene kemur heim henda dagin spyr hon mannin, um hann hevur hoyrt nakað um, at eitt hvørt kann vera hent, kanska eitt rán ella líknandi. Nei, maðurin hevur einki hoyrt, og teir næstu dagarnar roynir Irene at fylga við, um hon hoyrir okkurt í miðlunum, sum kann hava samband við tað, hon hevur upplivað. Í málinum um Anne-Elisabeth Hagen gingu nevniliga 10 vikur, áðrenn løgreglan læt almenningin frætta um hendingina. Í hóttanarbrævinum fekk miljarderurin, Tom Hagen, nevniliga álagt hvørki at venda sær til løgreglu ella miðlar um, at kona hansara varð rænd. 

Men, tá løgreglan hin 9. januar í 2019 fór út til almenningin við málinum um ránið av ríkmanskonuni, kom Irene at hugsa um tað, hon hevði upplivað fleiri vikur frammanundan. Nú, hon eisini sá myndir av Anne-Elisabeth Hagen, helt hon seg hava sæð hesa kvinnu áður, nevniliga á baksetrinum í bilinum, hon bert hevði staðið ein metur burtur frá. Hon hevði enntá havt eygnakontakt við kvinnuna, sum hon helt var bundin á hendur.

Tískil ringdi Irene til løgregluna og fortaldi sína søgu.

Í gjár - týsdagin - váttar løgregluadvokaturin, Haris Hrenovica, yvirfyri Tv2.no, at løgreglan fekk hetta tippið frá Irene, og at tippið eisini hevði stóran áhuga. - Vit hava ongantíð ivast í tí, sum vitnið segði seg hava sæð henda dagin. Hetta var eitt sera áhugavert tipp, sum skilti seg burtur úr øðrum, sum løgreglan fekk. Vit kannaðu tippið, men komu ikki á mál. Um vit fáa aðrar upplýsingar, sum kunnu knýtast til tað, sum Irene sá og fortaldi, taka vit fegin ímóti og vilja arbeiða víðari við tí, sigur Haris Hrenovica.

Men, er Irene framhaldandi eitt áhugavert vitni fyri løgregluna?

- Um tað eru upplýsingar, sum kunnu viðvirka til at seta ting í samanhang í søguni, hevur hetta týdning fyri løgregluna. Men, tær kanningar, vit gjørdu í hesum sambandi tá, vóru nágreiniligar. Vit komu har til, at tippið ikki gav okkum meira, og tískil steðgaðu vit her.

Fann løgreglan umrødda bilin?

- Tað ynski eg ikki at siga nakað meira um, sigur Haris Hrenovica, løgregluadvokatur.

##med2##

Í sendingini hjá Tv2.no - Åsted Norge - sigur serfrøðingurin, Asbjørn Hansen, at tað er trúvirði aftan fyri søguna hjá Irene, men sjálvsagt er tað trupult at siga, um tað var Anne-Elisabeth Hagen, sum hon sá í bilinum. - Vit hava kannað fleiri viðurskifti, sum eitt nú dagfesting og klokkutíma, tá hon skal hava sæð Anne-Elisabeth Hagen, og alt er rætt. Tað er stórt trúvirði í tí, hon sigur. Vit eru ikki í iva um, at hon hevur sæð "tilburðin", soleiðis sum hon lýsir hann í sendingini, sigur Asbjørn Hansen, sum eisini hevur eina fortíð hjá løgregluni, har hann arbeiddi við at loysa drápsmál. Sum skilst í sendingini - Åsted Norge - undrar tað hann ikki so lítið, at løgreglan ikki gjørdi meira við at fylgja upp tippinum hjá Irene.