Irdi yvirtekur Brúðarlín

Brúðarlín í Sandavági skiftir nú eigara. Aftaná at hava átt og rikið Brúðarlín í 6 1/2 ár, hevur Olevina Egilstoft gjørt av at avhenda virksemið, nú hon fer í barsilsfarloyvi við sínum fjórða barni. Tað boðar fyritøkan frá í dag.

 

Tað er Irdi Debes Johansen, sum yvirtekur virksemið hjá Brúðarlín, sum framhaldandi kemur at halda til í snotuligu hølunum á Sondum í Sandavági.

 

Tað var Annika Gaard, sum stovnaði Brúðarlín í 1991 og rak hon virksemi í mong ár í Føgrulíð í Havn. Í 2011 yvirtók Olevina Egilstoft virksemi og í 2014 flutti handilin til Sandavágs.