Fótbóltslandsliðið hjá Írlandi er nú á gáttini til EM-endaspælið í fótbólti.
Á Bilino Polje leikvøllinum í Sarajevo eydnaðist tað írum at fáa javnleik 1-1 ímóti Bosnia í tí fyrra EM Play Off dystinum.
Tað var annars málleyst teir fyrstu 80 minuttirnar av dystinum, men so kom lív í dystin. Robbie Brady hjá Hull City legði Írland á odda, sum annars hevði, sum útgangsstøðið at sleppa heimaftur við einum 0-0 javnleiki. Fimm minuttir áðrenn tíð syrgdi Edin Dzeko tó fyri, at spenningurin er stórur til næsta dyst, tá hann kom at standa einsamallur í brotsteiginum, og beindi bóltin í netið til endaliga úrslitið 1-1.
Darren Randolph, sum vardi írska málið má tó góðskrivast ein stóran part av æruni fyri, at Ìrland slapp úr Sarajevo við einum 1-1 javnleiki. West Ham málverjin spældi ein av sínum bestu landsdystum fyri Írland, og helt veruliga Írlandi inni í dystinum.
Seinni EM Play Off dysturin verður á Aviva leikvøllinum í Dublin, mánakvøldið klokkan 19.45. Mál á útivølli telja duppult, so endar dysturin 0-0 hevur Írland vunnið seg víðari til EM-endaspælið. Javnleikur 2-2 sendir Bosnia víðari til EM-endaspælið, sum verður í Fraklandi komandi summar.