Nú hevur Frem bert ein 18 ára gamlan málmann í hópinum, og tað kann verða ov lítil hjá Atla Danielsen og liðfeløgunum at líta á. Tí hevur Frem havt ein fyrrverandi iranskan landsliðsmálmann til royndarvenjing farnu vikuna. Málmaðurin kallast Hadi Tabatabaei, og hann skal eisini venja saman við Atla og teimum í næstu viku.










