Iranskur generalur er rúsevnasmuglari

Amerikanska fíggjarmálaráðið sigur seg hava prógv fyri, at iranski generalurin Gholamreza Baghbani hevur ein avgerandi leillut í at hjálpa brotsmonnum at smugla rúsevni úr Afghanistan.

Gholamreza Baghbani stendur á odda fyri einari deild hjá iransku kollveltingarhirðini, og hendan deildin hevur støð í Zahedan, sum er tætt við afghanska markið.

Fíggjarmálaráðið í Washington sigur, at generalurin hevur ikki bara við rúsevnasmugling av gera, men at hann eisini er við til at smugla vápn til Taliban í Afghanistan. Amerikonsku myndugleikarnir siga, at hevur Gholamreza Baghbani pengar í amerikonskum bankum, fara myndugleikarnir at leggja hald á teir.