Fyrrverandi iranski foretin Hashemi Rafsanjani sigur við BBC, at Iran hevur fingið sær eitt nýtt slag av rakettum, sum kunnu raka mál 2000 kilometrar burturi. Tað merkir, at tær kunu raka mál í landssynningspartinum av Evropa.
Herfyri royndu iranar eina rakett, men tá varð hildið, at talan var um eina rakett av slagnum Shahab-3, sum kunnu raka mál 1300 kilometrar burturi. Men sambært Rafsanjani kann hetta hava verið ein av teimum nýggju rakettunum.
BBC sigur, ar tær nýggju rakettirnar hava elvt til stúran í Washington og Jerusalem, sjálvt um iranar halda uppá, at teir ætla bara at nýta rakettirnar til sjálvverju. Serliga í Ísrael hava tær nýggju rakettirnar vakt ans, samstundis sum ísraelsmenn stúra fyri, at Iran er komið væl ávegis við royndunum at fáa sær kjarnorkuvápn. Ovastin fyri ísraelsku fregnartænastuni sigur við BBC, at um eitt hálvt ár verða iranar væntandi førir fyri at gera ta fyrstu kjarnorkubumbuna.