Iranar kunnu roykja seg í hel

Tað er ikki fallið í góða jørð í Iran, at John McCain mælir til at senda sigarettir til Iran, sum iranar kunnu roykja seg í hel

Republikanska forsetavalevnið í USA, John McCain, hevur ongantíð verið høgt í metum í Iran, og nú ber av. Hesaferð hevur hann fingið øði í iranska stýrið, tí hann hevur sagt, at tað besta, sum kann fáast burtur úr sigarettum, er at senda tær til Iran, sum iranar kunnu beina sær sjálvum við at roykja seg í hel.

 

-Tað er skammiligt, at nakar skal siga slíkt, og so mikið verri er tað, at hesin sami maður bjóðar sær til at leiða ta tjóðina, sum sigur seg sjálva vera tað mest siðmentaðu í heiminum, sigur uttanríkisráðið í Teheran.

 

Tað var í síðstu viku, at John McCain kom við síni viðmerking um sigarettsøluna til Iran. Tey, sum vóru hjástødd, varnaðust, at kona hansara, Cindy, togaði í hann. Eins og iranar mundi hon halda, at hann hevði sagt í meira lagi, skrivar AP.