Handilstiltøkini ímóti Iran eru farin at virka av álvara, og í gjár var ófriður í miðbýnum í Teheran, har fólk mótmæltu teimum versnaðu búskaparviðurskiftunum. Tey vóru serliga misnøgd við, at virðið á landsins gjaldoyra er minkað sera nógv. Løgreglan legði uppí við táragassi, og nógv fólk vórðu tilin.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Hillary Clinton, sigur í einari viðmerking, at tað er stýrið í Teheran, sum hevur skyldina av, at landsins búskaparstøða er versnað. Hon sigur, at vil stýrið sleppa sínum kjarnorkuætlanum og samstarva við onnur lond og altjóða stovnar, verða tiltøkini ímóti landinum sett úr gildi.
Iranska gjaldoyrað, rialurin, er minkaður umleið 40 prosent í virði í seinastuni, men sambært Hillary Clinton kemst tað ikki av handilstiltøkunum, men av skeivum búskaparpolitikki hjá stjórnini í Teheran.