Iranar fáa Sakharoff-heiðurslønina

Sakharoff-heiðurslønin, sum er tann fremsta mannarættindaheiðurslønin í Evropa, varð í gjár latin iransku andstøðingunum Nasrin Sotoudeh og Jafar Panahi.

Nasrin Sotoudeh er løgfrøðingur og hevur í mong ár stríðst fyri mannarættindum í Iran. Í fjør fekk hon 11 ára fongsul. Jafar Panahi er filmsmaður og hevur vunnið fleiri altjóða heiðurslønir fyri sínar filmar. Hann fekk seks ára fongsul í 2009, men er kortini ikki í fongsli.

Tað er Evropatingið, sum letur Sakharov-heiðurslønina. Tingfomaðurin, týskarin Martin Schulz, bað í gjár iransku myndugleikarnar lata Sotoudeh og Panahi sleppa til Strasbourg í desember at taka ímóti heiðurslønunum. Hann upplýsti samstundis, at fimm tinglimir fara til Iran í dag at vita, um teir kunnu sleppa at tosa við teir báðar vinnararnar.