Iranar byrja aftur

Hóast fleiri ávaringar úr USA og Evropa hava iransku myndugleikarnir kunngjørt, at teir eru næstan lidnir at fyrireika seg til at taka ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina uppaftur.

Varastjórin á iranska kjarnorkustovninum segði við tíðindastovuna IRNA í gjár, at avtalan við tey evropeisku londini um at steðga við kjarnorkuverkætlanini, verður sett úr gildi fyrsta dagin. Hann legði afturat, at í fyrsta umfari er ætlanin at taka arbeiðið á kjarnorkuverkinum í Isfahan uppaftur. Sambært Reuters kann hetta verkið gera brennievni til turbinur, sum verða brúktar til at ríka uran við.

ES og USA hava boðað frá, at taka iranar kjarnorkuarbeiðið uppaftur, verður málið lagt fyri trygdarráðið hjá ST, og at tað kann hava við sær, at tiltøk verða sett í verk ímóti Iran.

Iranar halda fast um, at teir ætla bara at brúka kjarnorkuna til friðarlig endamál, men bæði í Evropa og USA verður stúrt fyri, at tann veruliga ætlanin er ein onnur.