Iranski forsetin, Mahmoud Ahmadinejad, sigur, at land hansara fer ikki at bakka ein tumma í málinum um ta umstríddu kjarnorkuverkætlanina, sum fleiri lond í Vesturheiminum vilja hava iranar at leggja til viks.
Franski uttanríkisráðharrin, Alain Juppe, hevur sagt, at ætlanir eru um at seta higartil ókend tiltøk í verk ímóti Iran fyri at noyða landið at sleppa sínum ætlanum um at fáa sær hópoyðingarvápn. Ahmadinejad svarar, at Iran ætlar ikki at brúka sína kjarnorku til vápn.
-Vit hava ikki brúk fyri nakrari kjarnorkubumbu, segði iranski forsetin í einari sjónvarpsrøðu.
Teir seinastu dagarnar hava fleiri fjølmiðlar skrivað, at USA, Bretland, Ísrael og kanska onnur lond við fyrireika eitt hernaðarálop á kjarnorkuútbúnaðin í Iran, sum hevur svarað, at tað fer at hevna øll álop.










