Stjórnin í Iran leggur Vesturheimin og Ísrael undir at hava skipað fyri bumbuatsóknini, sum kravdi 27 mannalív í býnum Zahedan, sum er í landssynningspartinum av landinum. ES, USA og ST hava fordømt atsóknina, og hóast tann hernaðarligi sunnimuslimski felagsskapurin Jundallah hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini, halda myndugleikarnir uppá, at tað vóru Vesturheimurin og Ísrael, sum løgdu atsóknina til rættis.
Samstundis siga myndugleikarnir í Zahedan, at løgreglan hevur tikið 40 fólk, sum eru undir illgruna fyri at hava havt samband við teir báðar sjálvmorðsbumbumenninar, sum sprongdu bumburnar.
Formaðurin í iranska tjóðartinginum, Ali Larijani, segði í dag, at USA skipaði fyri yvirganginum í Zahedan. Amerikanska uttanríkisráðið hevur víst skuldsetingini aftur.